Fólkaheilsuráðið
Fólkaheilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum í heilsumálum, og hevur sum uppgávu at styrkja tiltøk fyri heilsufremjing, sjúku- og vanlukkufyribyrging, bæði í almanna- og heilsuverkinum.
Uppgávan hjá Fólkaheilsuráðnum er eisini:
- at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk
- at styrkja heilsufremjandi, sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøk við ráðgeving og stuðli til royndar- og menningararbeiði kring landið
- at taka stig til kanningar og útgreiðingar, sum eiga at verða framdar sum liður í einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum liður í eini meting av verandi heilsufremjandi og sjúku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltøkum
- at stimbra gransking og royndum á fyribyrgingarøkinum
- at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk í fólkaheilsuætlanum landsstýrisins verða sett í verk og framd
Fólkaheilsuráðið verður valt fjórða hvørt ár við einum umboði fyri undirvísingarverkið, einum fyri Almannaverkið, trimum heilsustarvsfólkum og einum umboði fyri løgregluna. Landsstýrismaðurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum.