Sjúklingaráðið
Landsstýrismaðurin í heilsumálum velur eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal viðgera heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar og ráðgeva landsstýrismanninum hesum viðvíkjandi. Limirnir verða valdir eftir uppskoti frá feløgum og áhugabólkum. Sjúklingaráðið verður valt fjóðra hvørt ár, ella tá løgtingsval hevur verið.