Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Arbeiðsuppgávurnar hjá Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu eru at kanna einstaklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum, at meta um arbeiðsførleika, serliga í sambandi við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkisráðgeving, at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurningum, at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arbeiði og at fremja granskingarvirksemi í arbeiðs- og almannaheilsu.

Deildin hevur, síðani hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi í bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi úr almennum og privatum grunnum í USA, ES og Danmark. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin í heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá stívliga 2000 føroyskum børnum, serliga miðnervalag og órinverju teirra. Hetta eru granskingarætlanir, ið halda fram í fleiri ár.

Samband

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Sigmundargøta 5
Postsmoga 14
110 Tórshavn

Tlf. 316696
Fax 319708
dfaa@health.fo
www.health.fo