Heilsutrygd

Heilsutrygd er stovnur, ið avgreiðir tær uppgávur, ið áður lógu hjá teimum 11 sjúkrakassunum kring landið. Harumframt hevur stovnurin yvirtikið partar av umsitingarligu uppgávunum hjá Almannaverkinum í sambandi við broytingar í heilivágstilskotsskipanini og viðvíkjandi hjálparráðum.

Uppgávan hjá Heilsutrygd er at umsita lógina um almenna heilsutrygd. Heilsutrygd umsitur og avroknar stuðul til meginpartin av primeru heilsutænastunum í Føroyum, herundir kommunulæknaviðtalur, læknahjálp til serlækna, stuðul til hjálparráð, ískoyti til viðgerð hjá tannlækna, fysioterapeuti, sálarfrøðingi, kiropraktor o.a. Somuleiðis umsitur Heilsutrygd í samstarvi við Apoteksverkið skipanina við heilivágstilskoti.

Samband

Heilsutrygd
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík

Tlf. 614000
Fax 471011
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
www.heilsutrygd.fo