Ílegusavnið

Ílegusavnið var formliga stovnsett tann 1. juni 2006. Endamálið hjá Ílegusavninum er at skipa, byggja upp og fyrisita Vevnaðarskránna, Diagnosuskránna og Ættarbandsskránna og viðgera umsóknir um loyvi til at granska í upplýsingunum í skráunum, herundir at krevja gjald fyri tær veitingar og upplýsingar, sum Ílegusavnið gevur atgongd til. Tískil er Ílegusavnið í høvuðsheitum ikki ein granskingarstovnur, men heldur ein samskipandi eind innan heilsuverkið, ið hevur sum uppgávu at fáa uppbygt nevndu skráir, gera møguligar forkanningar og annars at viðgera umsóknir til at granska í upplýsingunum.

Hóast Ættarbandsskráin ikki er liðug enn, eru nakrar royndarverkætlanir farnar í gongd, soleiðis at royndir fáast við skipanini. Hetta sæst aftur í inntøkum, sum eru gjøld frá verkætlanum, sum verða nýttar til samsýning til kliniskar ábyrgdarhavarar í heilsuverkinum og laboratoriinum. Arbeitt verður við at at fáa eina rímiliga fullfíggjaða Ættarbandsskrá lidna, soleiðis at størri verkætlanir væntandi kunnu fara í gongd. Ætlanin er, at Ílegusavnið sum frálíður skal fíggjast við inntøkum frá verkætlanum, ið væntandi verða settar í gongd.

Samband

Ílegusavnið
J.C Svabosgøta 43
100 Tórshavn

Tlf. 601020
Fax 320572
genetics@ahr.fo
www.genetics.gov.fo