Landssjúkrahúsið

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum við umleið 20 serlæknaøkjum og 188 seingjaplássum. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.

Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini. Sjúkrahúsið hevur eisini sum uppgávu at vera við í útbúgvingini av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og øðrum heilsustarvsfólkum.

Samband

Landssjúkrahúsið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Tlf. 304500
Fax 317431
ls@ls.fo
www.ls.fo