Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúklingar, sum eru viðgerð í Keypmannahavn ella nærhendis og avvarðandi teirra, kunnu gista á Sjúklingahotellinum Tórshavn. Møguleiki er eisini hjá øðrum ferðandi at búgva á Sjúklingahotellinum, tá pláss er.
Flestu starvsfólk á Sjúklingahotellinum eru føroysk ella skilja føroyskt.
Sjúklingahotellið er í 4 hæddum og hevur 55 kømur. Av hesum eru 28 einkult kømur, 23 dupult kømur og 4 kømur eru vælegnað til fólk, ið bera brek. Harafturat eru 5 íbúðir, sum serliga eru ætlaðar til sjúklingar, ið skulu vera á Sjúklingahotellinum í longri tíð.
Á 2., 3. og 4. hædd eru te-køkar við komfýri, ovni, køliskápi og sjónvarpi. Te-køkurin á 2. hædd er eisini innrættaður sum spælistova til børn.
Á 4. hædd er eitt sonevnt “stillirúm”, har møguleiki er fyri kvirru ella at fáa eitt prát um sálarrøkt.
Tað ber til at sita uttanfyri á Sjúklingahotellinum. Niðast er ein terassa, og á øllum hæddunum eru altanir.
Ein sjúklingavegleiðari er knýttur at Sjúklingahotellinum. Uppgávurnar hjá sjúklingavegleiðaranum eru fjøltáttaðar og snúgva seg um at veita sjúklingum og avvarðandi ráð og vegleiðing í sambandi við viðgerð, kanningar, koma við til læknasamrøður o.s.fr. Sjúklingavegleiðarin hevur skrivstovu á Ríkissjúkrahúsinum.