Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar sjúkrahús hevur eina felags skurð- og heiliráðdeild. Á Suðuroyar sjúkrahúsi eru settir tveir yvirlæknar innan kirurgi og ein medisinskur yvirlækni. Suðuroyar sjúkrahús hevur 22 seingjarpláss. Sjúkrahúsið hevur eisini eitt laboratorium í Læknamiðstøðini í Vági, ið er opið tvær ferðir um vikuna, har møguleiki er hjá ambulantum sjúklingum at fáa tikið blóðroyndir o.a. Ætlanin er at menna serlækna útitænastuna aftur.

Læknaforvaktin er skipað soleiðis, at hon millum kl. 16:00 og kl. 8:00 virkar sum vakthavandi í samstarvi við kommunulæknaskipanina (1870).

Samband

Suðuroyar Sjúkrahús
Sjúkrahúsbrekkan 19
800 Tvøroyri

Tlf. 343300
Fax 371142
ssh@ssh.fo
www.ssh.fo